Fuktigan kjallara ella hevur tú fingið ein vatnskaða? So er av ein avfuktari rætta amboði.
Væta í luftini kann verða við til at skapa eitt verrið inniklima og kann yvir tíð verða við til at fuktskaðar taka seg upp. Haravtrat kann ov nógv væta í inniklimanum verða heilsuskaðilig og kann leiða til at fólk fáa eitt nú astma og allergi. Ein avfuktari reinsar og niðursetur vætutættleikan soleiðis at inniklima gerst betri. Hettar ger eisini at minni væta er í luftini til at seta seg á eitt nú vindeygu, soleiðis at hesi ikki døgga.
Ein avfuktari frá Olimpia Splendid virkar á tann hátt at luftin verður leidd í gjøgnum nøkur filtur sum taka burtur støv og aðrar partiklar. Luftin við høga vætutættleikanum verður síðani køld niður sum ger at vætan kondenserar og fer niður í vatnkari. Siðsta stigið er at avfuktarin nýtir tann nátúrliga hitan sum verður framleiddur í hesi tilgongd, til aftur at hita luftina upp sum síðani verður leidd út aftur í rúmið.
Aquaria 18 P er partur av 2021 røðini frá Olimpia Splendid og er sostatt útgjørdur við nýggjastu tøkni. Hesin avfuktarin hevur eina avfuktingsorku áljóðandi 18 litrar fyri hvørjar 24 tímar, og hevur eitt vatnkar á 5,5 litrar.
Fyri at fáa besta inniklima hevur hesin avfuktarin eina tvífilturskipan ið bæði støvfiltri og einum aktivum kolevnis filtri. Haravtrat hevur avfuktarin eina rúgvu av smartum hentleikum so sum alarm tá tangin er fullur, manuela instilling av ynsktum vætutættleika og Automatic shut-off ið merkir at hann sjálvur sløknar tá vatnkarið er fult. Eisini ber til at seta hann til dren, soleiðis at vatnið sjálvvirkandi verður leitt burtur.
Avfuktarin er væl egnaður til rúm upp til áleið 80 m2.
Sambært tølum frá Energistyrelsen í Danmark vaskar ein familja á 2 vaksin og 2 børn ímiðal 220 vask pr. ár. Visti tú at um tú vaskar bara 3,5 kg av klæðum í eini vanligari vaskimaksinu, á 1000 snúningum, er áleið 1,5 litrar av vatnið eftir í klæðunum tá tú heingir tey upp at turka? Sostatt kann ein avfuktari verða við til at betra um at vætan frá klæðunum ikki fer út í luftina, men verður samla niður í avfuktarin. Somuleiðs gongur tað skjótari at turka klæðini tá inni luftin hevur ein lægri vætutættleika.
Vøran er á goymslu hjá veitara. Veitingartíð er 7-14 arbeiðsdagar.
Wifi | Nei |
---|---|
Veitari | Olimpia Splendid |
Kvadratmetrar | 80 m² |
Ljóðstig Úti | – |
Ljóðstig Inni | 45 |
Farspor | Tíðarlongd | Lýsing |
---|---|---|
cookielawinfo-checbox-analytics | 11 months | Hetta farsporið er sett av GDPR Cookie Consent plugin. Farsporið verður brúkt til at goyma brúkarans samtykki fyri ”Hagtøl”-farspor. |
cookielawinfo-checbox-functional | 11 months | Hetta farsporið er sett av GDPR Cookie Consent plugin. Farsporið verður brúkt til at goyma brúkarans samtykki fyri ”Avrik”-farspor. |
cookielawinfo-checbox-others | 11 months | Hetta farsporið er sett av GDPR Cookie Consent plugin. Farsporið verður brúkt til at goyma brúkarans samtykki fyri ”Onnur”-farspor. |
cookielawinfo-checkbox-necessary | 11 months | Hetta farsporið er sett av GDPR Cookie Consent plugin. Farsporið verður brúkt til at goyma brúkarans samtykki fyri ”Neyðugt”-farspor. |
cookielawinfo-checkbox-performance | 11 months | Hetta farsporið er sett av GDPR Cookie Consent plugin. Farsporið verður brúkt til at goyma brúkarans samtykki fyri ”Brúkarauppliving”-farspor. |
viewed_cookie_policy | 11 months | Hetta farsporið er sett av GDPR Cookie Consent plugin og verður brúkt til at goyma dáta hóast brúkarin ikki hevur samtykt. Tó verður ongin persónlig dáta goymd. |
Ummæli
Har eru ongin ummæli enn.