Climashop
Veitarar

Okkara veitarar

Climashop umboðar nøkur av størstu vørumerkjunum í evropeisku vinnuni. Hettar fyri at kundar okkara skulu fáa góðsku vørur ið halda til føroyska veðurlagið. Harvatrat arbeiða vit miðvíst eftir at víðka um okkara vøruúrvalið og altíð at hava nýggjastu tøkni til taks.

Airwell er ein fyritøka, ið varð stovnað í 1947 av Paul Wallet og hevur meira enn 70 ár av royndum. Tá fyritøkan varð sett á stovn, fekk hon navnið L’Air Conditionné Entreprise (ACE). Fyritøkan hevur høvuðsskrivstovu og framleiðslu í Fraklandi, tætt við høvuðsstaðin París.

Felagið var eitt tað fyrsta at sniðgeva og framleiða hitapumpur í Evropa. Tær fyrstu køluskipanirnar vórðu framleiddar til at køla ídnaðargongdir, heldur enn persónliga vælveru. Trý ár seinni, byrjaði ACE at framleiða vælegnaðar hitapumpur til húsligt brúk og handilssambond.

Síðani, hevur vøruúrvalið hjá Airwell verið kent fyri sína álítandi, virknisfremjandi og góðu góðsku. Fyritøkan er støðugt vaksandi.

Mótsatt kappingarneytunum, hevur Airwell altíð lagt dent á verðurlagsmennandi vørur, sum uttan iva er ein av orsøkunum til, at fyritøkan hevur haft so stóra heimsumfatandi viðgongd.

Vørurnar hjá Airwell eru eyðkendar av teirra sniðgeving og lætta nýtsluhátti.

Olimpia Splendid varð sett á stovn í 1956 av Evilio Marchesi. Fyritøkan er umboðað í meira enn 45 londum, har hon hevur ført teirra ”MADE IN ITALY” framleiðslu út í heimin.

Við vørum, sum teirra “UNICO-hitapumpa”, sum inniheldur eina einfalda innandura eind, sum verður nýtt í meira enn 1 millión bygningum kring allan heimin, hevur Olimpia Splendid megnað at skapa vørur, sum virðir bæði byggilistina og tørvin hjá brúkaranum.

Blaupunkt er eitt kent merki við stórum vøruúrvali, og nú eisini við hitapumpum. Blaupunkt er kent king heimin fyri sína dygdarvøru, flotta snið og nýhugsan.

Navnið Blaupunkt umboðar vørur við framúr góðari góðsku og hægstu tøkniligum førleikum. Hitapumpur hjá Blaupunkt innihalda eina skipan við eindømis veðurlagsloysnum. Í Danmark verður samráðst um vørur, so sum mobilar hitapumpur, luft-til-luft hitapumpur og luft-til-vatn hitapumpur.

Við Blaupunkt hitapumpum ert tú tryggjaður, at góðskan er í hásæti.

Framtíðarhugsanin hjá EMMETI, samsvarar fullkomuliga við ta øktu vitanina, um evni sum orkusparandi og umhvørvisvinarlig vælferð.

Við at útbjóða køliskipan og hitapumpur, ið nýta veðurlagsvinarliga orku og sum somuleiðis nýta umhvørvisvinarligt kølievni, so sum R410A – R134A, eftir teimum nýggju krøvunum frá ES frá 2014, er Emmeti við til at minka um útlátið av Co2, samstundis sum tað verður spart uppá orkuna.

Samtyktin fyri áhaldandi orku (VE-Direktivet) fevnur um hitapumpur, sum eina tøkniliga loysn, sum fylgja teimum orkusparandi og somuleiðis umhvørvisvinarligu krøvunum um framleiðslu av viðvarandi orkukeldum.

Tann seinasta menningin av hitapumpum, sum verður bjóða út av EMMETI, hevur fingið vaksandi eftirspurning.

Technosystemi S.p.A. er ein fyritøka, sum innan eitt stutt tíðarskeið, er vorðin ein tann mest týdningarmikla innan sítt øki – eitt ídnaðarvirki í støðugari menning. Tey seinastu árini hevur tann tøkniliga nýskapanin, viðgerðar tøknin og tann støðuga granskingin í evnum gjørt, at Tecnosystemi er eitt sera høgt mett vørumerki og verður viðmælt í øllum heiminum.

Technosystemi S.p.A. framleiður serkønar, fjølbroyttar vørur. Hetta er eitt úrslit av samskipaðum toymisarbeiði við samstarvi, gransking, kanningum og royndum.

Handil