Climashop
Tænastur

Climashop veitir allar tænastur innan hita og ventilatión. Vit ynskja at gera tað einfalt at finna røttu loysnina til júst tín tørv.

Climashop

Kundatænasta í hásæti

Climashop er ein føroysk fyritøka, ið leggur seg eftir at vera fremsti veitari hjá føroyingum innan hita, ventilatión og sanitet. Hetta gera vit, við at veita kundum okkara fyrsta floks tænastu og prísir, har øll kunnu vera við.

Ráðgeving

Brúka okkara snildu funku her á síðuni fyri at finna røttu loysnina til tín tørv. Um tær kortini tørvar hjálp sita vit klár at hjálpa tær. Ring 29 90 90 og vit hjálpa tær á mál.

Hjá okkum er góð vegleiðing sjálvandi ein partur av tænastuni, og vit vóna at tit velja Climashop sum tykkara veitara av dygdargóðum orkuloysnum.

Tørvar tær ráðgeving?
Vinarliga set teg í samband við okkum.

Uppsetan

Hjá Climashop kanst tú altíð verða vísur í at vita hvat samlaði kostnaðurin av tíni hitaskipan er. Vit hava samstarv við Signar Kallsberg Sp/F, sum veitir tænastu um alt landið, soleiðis at tú altíð fært eina skjóta og góða uppsetan. Í samstarv við Signar Kallsberg Sp/f kunnu vit veita fastar prísir uppá standard uppsetan sum í flestuførum er tann ið uppsetan í krevst til eini miðal sethús. Í flestu førum eru prísirnir her á síðuni írokna hesa uppsetan.

Av tí at umstøðurnar til uppsetan av luft-til-vatn hitapumpuskipanum og ventilatilatiónsskipanum eru so ymiskar frá húsi til hús, kann tað koma fyri at ein standard uppsetan ikki nóg mikið. Tí skal fyrivarni takast fyri uppsetanarprísinum. Standard uppsetanir eru nærri greinaðar niðanfyri.

Standard uppsetan til hitapumpur

Luft-til-luft:
Fylgjandi er íroknað eini standard uppsetan av luft-til-luft hitapumpum:
  • Arbeiði av uppsetan.
  • El-arbeiði við tilfari (streymforsýning frá nærmastu streymkeldu til hitapumpu og uttan grønan málara.
  • Uppsetan av tilfari, herundir:
    • Rør upp til 6 metrar.
    • Kaðalar.
    • Upphang/berarir.
    • Drenslanga.
    • Kápilbakkar.
    • Uppstart og vegleiðing av hitapumpuni.
Fylgjandi er ikki íroknað eini standard uppsetan av luft-til-luft hitapumpum:
  • Niðurtøka og/ella burturbeining av verandi hitaskipan (um tað er neyðugt).
Luft-til-vatn split:
Fylgjandi er íroknað eini standard uppsetan av luft-til-vatn split hitapumpum
  • Arbeiði av uppsetan av split hitapumpu.
  • Uppsetan av rørum og tilfar til at forbinda inni- og útipart saman (hitapumpusíðan við boring og samanbinda rør í inni- og útipart. Haravtrat vakumsúgving). Rørlongd max. 6 metur.
  • Uppstart og vegleiðing av hitapumpuni.

Fylgjandi er ikki íroknað eini standard uppsetan av luft-til-vatn split hitapumpum:

  • Berarir (um tað er neyðugt).
  • Buffertangar (um tað er neyðugt).
  • Kranabilur (um tað er neyðugt).
  • Sirkulatiónspumpur (um tað er neyðugt).
  • Rør til at samankobla á hita síðuna (um tað er neyðugt).
  • Kobling til kalt og heitt vatn (um tað er neyðugt). 
  • Niðurtøka og/ella burturbeining av verandi hitaskipan (um tað er neyðugt).
  • El-arbeiði við tilfari og grønum málara.
Luft-til-vatn monoblok:
Fylgjandi er íroknað eini standard uppsetan av luft-til-vatn monoblok hitapumpum
  • Arbeiði av uppsetan av monoblok hitapumpu fram til 1 stk. tanga.
  • Uppsetan av rørum og tilfar til at forbinda frá útiparti inn til buffertanga (hitapumpusíðan við boring og forbinda rør til buffertanga frá útiparti). Rørlongd max. 6 metur.
  • 1 stk. sirkulatiónspumpa frá útipart til tanga. 
  • Glykol til 300l vatn.
  • Uppstart og vegleiðing av hitapumpuni.

Fylgjandi er ikki íroknað eini standard uppsetan av luft-til-vatn monoblok hitapumpum:

  • Berarir (um tað er neyðugt).
  • Buffertangar (um tað er neyðugt).
  • Kranabilur (um tað er neyðugt).
  • Rør at samankobla á hitasíðuna (um tað er neyðugt).
  • Trýsttangi (um tað er neyðugt). 
  • Kobling til kalt og heit vatn (um tað er neyðugt).
  • Niðurtaking og/ella burturbeining av verandi hitaskipan (um tað er neyðugt).
  • El-arbeiði við tilfari og grønum málara.

Standard uppsetan til ventilatión

Ventilatiónspakkaloysn:
Fylgjandi er íroknað eini standard uppsetan av eini ventilatiónspakkaloysn:
  • Arbeiði av uppsetan av ventilatiónseind.
  • El-arbeiði við tilfari (streymforsýning frá nærmastu streymkeldu til ventilatiónseind).
  • Holboring
  • Uppstart og vegleiðing av ventilatiónsskipanini.
  • Uppsetan av tilfari, herundir:
    • Flexrør og/ella spiorør.
    • Fordeilaraboksir.
    • Ventilboskir.
    • Niplar.
    • Ventilar.
    • Ristir.
    • Frárensli til nærmasta avløb.
Fylgjandi er ikki íroknað eini standard uppsetan av eini ventilatiónspakkaloysn:
  • Bjálving av rørum.
  • Timburarbeiði ísamband við ventilatiónsleiðing.

 

Eitt-rúms-ventilatión:
Fylgjandi er íroknað eini standard uppsetan av eitt-rúms-ventilatión:
  • Arbeiði av uppsetan av ventilatiónseind.
  • El-arbeiði við tilfari (streymforsýning frá nærmastu streymkeldu til ventilatiónseind).
  • Holboring
  • Uppstart og vegleiðing av ventilatiónseind.

Gev gætur! Tá ið talan er um eina luft-til-vatn hitaskipan, er neyðugt at hava eitt fast og trygt undirlag til útipartin. Hettar skal verða klárt aðrenn uppsetanin kann fara ígongd. Somuleiðis er neyðugt við frárensli (dren) undir útipartinum.

Tá ið talan er um uppsetanir av ventilatiónsskipanum er bjálving av rør ómetaliga týdningamikil og er neyðug fyri at fáa eina fullkomna og haldbara loysn. Orsøkin til at bjálvingin ikki er við í eini stadard uppsetan av ventilatiónspakkaloysn er tí, at tað í flestum førum er nokk av bjálving á loftinum, so man kann brúka ta bjálvingina og/ella at loftrúmið er bjálva, so man ikki noyðist at bjálva rørini eisini. 

Um nøkur av omanfyri nevndu fyrireikingum ikki eru klárar, ber til at fáa tilboð uppá hesar arbeiðsuppgávur umvegis telefon 29 90 90.

Climashop tekur fyrivarni fyri broytingum í innihaldi av standard uppsetanini. Hettar orsaka av at samstarvsfelagar okkara kunnu gera nýggjar ásetingar.

Tørvar tær ráðgeving í samband við uppsetan?
Vinarliga set teg í samband við okkum.

Niðurtøka

Climashop bjóðar seg at fyriskipa niðurtøku av verandi hitaskipan í samband við keyp av nýggjari skipan frá okkum. Hetta verður gjørt umvegis okkara samstarvsfelaga Signar Kallsberg Sp/F. 

Orsaka av at umstøðurnar til hvørja niðurtøku eru ymiskar, er eingin føst prísáseting fyri hetta arbeiði. Um viðskiftafólk okkara ynskja niðurtøku av verandi hitaskipan, senda vit fólk út at meta um arbeiði og síðan verður tilboð givið.

Prísur:

Eingin fastur prísur fyri niðurtaking. Tilboð vera givin í hvørjum einstøkum føri.

Hevur tú brúk fyri niðurtaking av verandi skipan?
Vinarliga set teg í samband við okkum.

Útbering

Vit bera vørur út um alt landið. 

Um vøran er á goymslu í Føroyum, hevur kundin vøruna innan 2-3 arbeiðsdagar frá bíleggingardegi. Um kundin hevur bílagt uppsetan, verður veitingartíðin eftir avtalu. Um so er, at vøran er á fjargoymslu ella er á goymslu hjá einum av okkara veitarum, kann kundin vænta at hava vøruna innan 7-14 arbeiðsdagar, um ikki annað verður fráboðað.

Prísur:

Allar vørur hava ókeypis útbering. 

Hevur tú brúk fyri nýggjari skipan?
Vinarliga set teg í samband við okkum.

Eftirlit

Hjá Climashop ber til at tekna eina árliga eftirlitsavtalu ella bíleggja sær eitt standard eftirlit. Hetta verður gjørt í samstarv við okkara løggilda samstarvsfelaga; Signar Kallsberg Sp/F. Eftirlitsavtalan virkar á tann hátt at Climashop einaferð um ári, í samráð við kundan, skipar at eitt eftirlit verður gjørt.

Við einum eftirliti tryggjar kundin sær at hitapumpan verður varðveitt á rættan hátt og at 5-ára garantiið, saman við øllum lógarkrøvum, verða hildin. Vit gera vart við, at eitt standard eftirlit skal gerast av hitapumpum á hvørjum ári fyri, at 5-ára garantiið er galdandi.

Prísur:

  • Standard eftirlit av Luft-til-luft:
    • Kr. 995,00.- 
  • Standard eftirlit av Luft-til-vatn:
    • Kr. 1.595,00.- 
Eftirlit á hitapumpuskipanina skal gerast einaferð um árið og fevnir um:
  • Eftirlit og áfylling av frystiløgi. Bæði í hitapumpu og hitasavnara.
  • Máting av effektnýtslu fyri einstøku eindirnar.
  • Eftirlit av rakstrartrýsti.
  • Reinsan av tættara (kondensara).
  • Royndir av trýsttrygdarskipanum.
  • Neyðugar umvælingar í sambandi við eftirlitið.
  • Lýsing av eftirkanningini verður skrásett í loggbók hjá brúkaranum.

Vilt tú stovna eina eftirlitsavtalu?
Vinarliga set teg í samband við okkum.

Tekningar & Pakkagaranti

Climashop strembar eftir at gera tað einfalt og ómakaleyst at seta ventilatiónsskipanir upp sjálvi. Tískil, bjóðar vit vegleiðandi tekningar til uppsetanina av ventilatiónsskipanini og eina pakkagaranti tá ið tú keypur eina pakkaloysn frá Climashop, soleiðis at tú sleppur væl ígjøgnum ventilatiónsarbeiðið.

  • Við tekningunum fær uppsetarin útflýggja vegleiðandi tekningar yvir búðeindina og eina vegleiðing í hvussu ventilatiónin verður sett skynsamt upp. Tekningar verða sendar talgilt.
  • Pakkagaranti merkir at vit veita trygd fyri at nokk av øllum tilfarið (rør, ventilar, ventilboksir o.a.) er við til uppsetanina. Vit gera altíð okkara besta at telja upp, men skuldi tað hent at okkurt manglar ella tú renir teg í óvæntaðar avbjóðingar, senda vit hetta uttan meirkostnað. Pakkagaranti er galdandi upp til 60 dagar eftir móttøku av vøruni og skal sendast í einum. Kreditnotur verða ikki latnar fyri yvirskotstilfar.
  •  
Handil